Harmast um líkasælu

Formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag, heldur, at tað er hent alt ov lítið í málinum um trýpartasamráðingar um kostnaðarstøðið í Føroyum

Trýpartasamráðingar

Tað var formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag, sum á sinni luftaði tankan um trýpartasamráðingar um lønarlagið í Føroyum.
Hans Joensen mælti til, at fakfeløg og arbeiðsgevarar tosaðu saman og fóru til landsstýrið við einum felags uppleggi. Endamálið skuldi vera, at fakfeløgini bundu seg til at lataveravið at krevja lønarhækking. Men afturfyri skuldi landsstýrið binda seg til at lækka skattir og avgjøld munandi, so at keypiorkan kundi veksa, hóast lønin í krónum og oyrum, stendur í stað.
Endamáli skuldi vera t forða fyri, at kostnaðarstøðið ikki hækkaði meiri, tí tað er longu so høgt, at tað er ein bági fyri kappingarførið hjá vinnuni.
Men ein aðalmál hjá formanninum í Havnar Arbeiðsmannafelag er eisini, at gjógvin ímillum tey tímaløntu á privata arbeiðsmarknaðinum og tey fastløntu á almenna arbeiðsmarknaðinum ikki skuldi gerast enn djúpari enn hon er.
Tað merkir, at lønarmundurin ímillum tey alment løntu og tey tímaløntu, skuldu ikki veksa meiri tí nú má stættarmunurin ikki veksa meir.
Hetta var orsøkin til verkfallið seinast og tað stendur Hans Joensen framvegis fast við.
Men Hans Joensen harmast um, at alt ov lítið er hent í spurninginum um trýpartasamráðingar.
? Tað sær út til at líkasæla valdar á økinum, sigur hann.
Tað hevur verið ein fundur og ein skuldi vera aftur nú. Men hann hevur onki hoyrt og tað sær ikki út til at nakar hevur hug at tosa um viðurskiftini, sigur hann.
Kortini heldur hann at tað er framvegis ætlanin at fáa eitt kjak ílag um hesi viðurskiftini fyri at vita um tað ber til at koma víðari.
Hann sigur at hann hevur fingið tað fram, sum hann hevur havt upp á hjartað.
? Bólturin er spældur til politikarar, fakfeløg og arbeiðsgevarar, men tað tykist ikki sum at tað er nakar serligur hugur til at tosa um trýpartasamráðingar.
Men eitt er greitt, staðfestir hann: Skulu vit hava lønarsteðg fyri at hjálpa vinnulívinum, skulu vit hava bindandi avtalur frá landsstýrinum um skatta- og avgjaldslætta og vit skulu eisini hava bindandi avtalur um, at fleiri avgjøld verða ikki sett í gildið. Tað hevði eisini verið skilagott at fingið eitt príseftirlit, so at ikki prísirnir hækka ógrundað.
Kortini heldur hann, at okkurt má gerast.
? Heldur hendan gongdin fram, har bæði lønir og prísir verða trýst uppeftir, stúri eg fyri gongdini, sigur Hans Joensen.
? Hinvegin haldi eg, at fingu vit eina avtalu við landsstýrið um lønir, skattir og avgjøld, høvdu vit sloppið undan nógvum ósemjum og kanska høvdu vit enntá sloppið heilt undan verkføllum.

Ov tíðliga
Jan Mortensen í Vinnuhúsinum sigur, at gongd er í málinum. Arbeiðarafeløg og arbeiðsgevarar hava havt ein fund og skulu hava ein aftur í heyst.
Á hesum fundinum skulu partarnir tosa um, antin tað ber til at semjast um nøkur felags tiltøk.
Hvat úrslitið verður, er alt ov tíðliga at siga nakað um enn.
Men endamálið er eisini at byggja eitt størri álit upp ímillum partarnar.
Sí eisini greinina " Tosið um skattalætta og lønarsteðg er ræðandi"