Harmast um hvølla brestin

Tað var ikki eitt stórt skot, hóast bresturin var stórur, sigur stjórin á Landsverk við Rás 2

 

Ein hvøllur brestur gall um Lambavík, Rituvík og allan Skálafjørðin í gjár, tá Articon sprongdi fyri Landsverk í grótbrotinum á Hústoft í Lamba. Úr fleiri bygdum hava fólk boðað frá, at bresturin var sera harður, og fólk gjørdust sera bangin av spreingingini.

 

Les eisini Øll bygdin skalv

 

Ewald Kjølbro, stjóri í Landsverk, sigur tó, at einki óvanligt var við hesum skotinum. Hann greiðir frá, at tað er Articon, sum fremur spreingingarnar fyri Landsverk.

- Vit hava biðið Articon um eina gjølla frágreiðing um skotið, so vit fáa gjørt eina eftirmeting, men einki bendir á, at nakað óvanligt var við sjálvum skotinum, sigur hann. Hann veit tó ikki at siga, hví bresturin var so hvøllur hesa ferð.

 

Ewald Kjølbro sigur, at skotið gekk sum ætlað og eingin skaði var rundan um.

- Tað var ikki eitt stórt skot og tað var ongantíð nakar vandi á ferð. Alt gekk eftir ætlan, men eg kann ikki svara upp á, hví tað hoyrdist so væl. Okkurt er so hent, og tað fara vit at eftirmeta, sigur hann.

 

Les eisini Krevur frágreiðing frá Landsverki

 

Hann vónar ikki, at hetta verður gerandiskostur hjá íbúgvunum.

- Vit harmast um at tað ljóðaði so ógvisligt og kendist so ógvisligt í økinum rundan um. Sum sagt, so planløgdu vit ikki eitt størri skot enn vanligt, men nú mugu vit kanna, hví tað ljóðaði so hart, sigur Ewald Kjølbro.