Harmast um ógreiða yvirtøku av Fólkakirkjuni

Á aðalfundinum hjá Felagnum fyri Kirkjuráðslimir harmaðust nógv um, at lógararbeiði viðvíkjandi yvirtøkuni av Fólkakirkjuni ikki er nóg gott

Eitt av høvuðsmálunum á aðalfundinum í dagvar yvirtøkan av Fólkakirkjuni. Nógv harmaðust um vánaligu arbeiðsgongdina við lógarsmíðnum. Bjarni Bæk tosaði við stórum orðum, og hann segði, at hann ivast í at fara úr kirkjuliga fylgibólkinum, sum er við í lógararbeiðnum, tí at alt verður koyrt ígjøgnum aftanfyri teirra rygg.

Fleiri onnur tóku orðið og søgdu seg kenna seg óvissan í, hvar vit enda, um Fólkakirkjan verður yvirtikin, áðrenn lógararbeiðið er liðugt.

Eitt uppskot um at senda eina yvirlýsing frá aðalfundinum til landsstýrið um at útseta yvirtøkuna av Fólkakirkjuni, varð felt. Tað var millum annað ført fram, at politiska avgerðin var longu tikin.

Hans Jacob Joensen, bispur, kom við einari rættiligari bumbu á fundinum, tá ið hann almannakunngjørdi, at hann leggur frá sær 1. november í ár - eitt ár áðrenn upprunaliga ætlað.

- Tað, sum hevur skundað undir hesa avgerðina er millum annað vánaliga stevið á arbeiðnum at yvirtaka Fólkakirkjuna. Eg orki ikki at stríðast við lógarsmíð í eitt ár afturat, segði bispur.

Tað er lítil ivi um, at kirkjuráðslimirnir kenna seg í leysari luft í mun til yvirtøkuna av Fólkakirkjuni, og at meirilutin hevði ynskt at fingið lógararbeiðið uppá pláss, áðrenn yvirtøkan varð framd í verki. Spurningurin er so, um politisku myndugleikarnir taka hetta til eftirtektar.