Tá ið málið um at gera Føroyar til eitt valdømi, var til viðgerðar brúkti Javnaðarflokkurin ikki tað demokratiska floksapparatið.
Á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum í fríggjakvøldið, harmaðist skrivarin, Nita Næs, um, at málið um at gera Føroyar til eitt valdømi, als ikki varð viðgjørt úti í limafeløgunum.
Hon vísti á, at fimm javnaðarmenn atkvøddu ímóti og tveir atkvøddu fyri.
- Vit kunnu spyrja, hví hetta stórmál ikki hevur verið fyri á floksleiðslufundi, tá ið tingmenn hava so ymiskar áskoðanir og tá so nógvir limir standa spyrjandi.
- Somuleiðis kunnu vit spyrja, um henda avgerð er ímóti grundhugsjón floksins, ið byggir á, at vit skulu hava forstáilsi fyri at nøkur eru minni ment, eru smærri eindir, men tó hava rætt til eins stóra ávirkan - í samhaldsfasta grundsjónarmiði floksins.
Hon helt, at tey, sum ikki vóru fólkavald, kunnu undrast á stevið og hava aðrar hugsanir um, hvussu mál áttu at verði loyst
Altavgerandi
- Hóast tað eru tey fólkavaldu, sum mynda politikkin, er tað tó altavgerandi at gott samband er ímillum øll lið í flokkinum, skal verða ein livandi politiskur felagskapur, segði skrivari floksins.
Hon legði kortini afturat, at tey fóru at arbeiða hart fyri at flokkurin skuldi fáa eitt so gott val, at hann aftur kom í landsins stjórn.
- Vit trúgva uppá at tað ger mun at vera virkin í einum flokki, sum arbeiðir fyri, at sosialistisku virðini verða vird og eru sjónlig í gerandisdegi okkara. At vit við Javnaðarflokkinum í Tinganesi hava trygd fyri, at hetta er flokkurin, ið arbeiðir fyri, at øll menniskju uttan mun til, hvar í lívsskeiðinum tey eru stødd verða tikin hond um, og at flokkurin til eina og hvørja tíð skal verja tey veikastu í samfelagi okkara.
Nita Næs fegnaðist um, at nú er bústaðarpakkin ávegis og at lógin um at tryggja tímaløntum lønarendurgjald fyri barnsins fyrsta sjúkadag, eisini er ávegis. Og hon fegnaðist um, at tøka føroyska pensjónin nú er omanfyri ta donsku.
Samstundis boðaði hon frá, at hon stillar ikki uppaftur sum valevni til floksleiðsluna, men tað var ikki av politiskum ávum, tað var av persónligum ávum.
Eisini onkur onnur umboð fyri lokalu valfeløgini harmaðust um, at málið um at gera Føroyar til eitt valdømi, hevði fingið so lítla viðgerð.
Men bjartskygni manglaðiu kortini ikki, tí semja var um at gera tað ítarsta fyri at fáa eitt gott úrslit.
Eisini løgmaður royndi at eggja lokalfeløgunum til at bretta upp um armar, tí tey eru krumtappurin í flokkinum og brotnar hann, steðgar motorurin eisini.
Hann metti, at broytingarnar fara ikki at vera so stórar, tí bæði valstríð og uppstilling fara framvegis at vera úti um landið.
Og at enda heitti hann á økisfeløgini um at taka hetta sum eina nýggja avbjóðing ístaðin fyri at stara seg blind upp á, at tað er er ein vansi.
Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vàgi, helt, at var tað áskoðanin, at lokalfeløgini vóru krumtappurin í flokkinum, var tað undarligt, at flokkurin ikki hevði ráðført seg við lokalfeløgini í einum so grundleggjandi máli, sum tað at gera Føroyar til eitt valdømi, ikki.