Harmast um Fámara

– Almennu myndugleikarnir avgera sjálvandi málið, men hetta snýr seg um menniskju, og tá vit tosa so nógv um fráflyting, er tað harmiligt, at Rakul og Johan Dalsgarð velja at flyta av landinum, tí teirra ætlanir í Fámara ikki kundu førast út í lívið, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Ferðaráð Føroya.

Týsdagin vistu Rakul og Johan Dalsgarð at siga, at tey høvdu – sum tey málbera seg – “kastað handklæðið í ringin” og fóru at flyta úr Fámara, sum annars hevur verið karmur um lív teirra seinnu árini. Tey kenna seg at hava fingið so nógva mótstøðu frá myndugleikunum, at tey nú fara av landinum og heldur satsa uppá at fáa ein bóndagarð á Fjóni til tær ætlanir, tey annars høvdu við Fámara.

Í gjár hevði stjórin í Ferðaráðnum, Guðrið Højgaard, eina viðmerking á sínum Facebook-profili, har hon sigur seg ikki hava “orð fyri, hvussu tragiskt tað er, at tað ikki kundi finnast ein win-win loysn á Famará málinum!” Eisini vísir hon á, at hon sjálv hevur vitjað í Fámara og staðfestir, at “Føroyar hava ikki ráð til at missa eina einastu eldsál ella íverksetara í hesum døgum,” og at hetta er “eitt stórt tap fyri allar Føroyar og eisini ferðavinnuna sum heild.”

– Almennu myndugleikarnir avgera sjálvandi málið, men hetta snýr seg um menniskju, og tá vit tosa so nógv um fráflyting, er tað harmiligt, at tey velja at flyta av landinum, tí teirra ætlanir í Fámara ikki kundu førast út í lívið, sigur Guðrið Højgaard í dag við Rás 2.

Hoyr samrøðuna við stjóran í Ferðaráð Føroya við at trýsta á pílin undir myndini.