Harmast um brotin lyfti

Føroyar sleppa kortini ikki at kappast undir egnum flaggi í evropameistaraskapinum í svimjing seinni í ár.

Føroyar sleppa kortini ikki at kappast undir egnum flaggi í evropisku juniormeistarastevnuni í svimjing seinni í ár, hóast fleiri munnlig lyfti frá ovastu leiðsluni í evropisku olympisku nevndini (EOC), ið skipar fyri leikunum. Forsetin í EOC sigur seg hava troytt allar møguleikar, men at tað tó endaði úrslitaleyst, vegna "olympiskar restriktiónir." Einasti møguleiki hjá føroyskum svimjarum at luttaka í evropisku juniormeistarastevnuni í Baku í summar, er tí undir donskum flaggi.

Eitt sakarmál hevur annars verið undir umbúna. Á aðalfundi hjá Svimjisambandi Føroya í oktobur í fjør, samtykti felagið, at fyrireika eitt sakarmál móti LEN, sum er evropiska svimjisambandið.

- Endamálið var at krevja tann rætt sum evstalóg LEN ásetur, at vit sum fullgyldugur limur í LEN kunnu luttaka á øllum LEN tiltøkum, skrivar Rókur í Jákupsstovu, formaður í Svimjisambandi Føroya.

Nevndin valdi tó at bíða við sakarmálinum, eftir at munnlig lyfti vóru givin frá EOC í desembur, um at Føroyar skuldu sleppa at luttaka undir egnum flaggi.

- Starvsnevndin kann ikki annað enn staðfesta, at vit hava verið drigin uppá tráð, til nú at enda í somu støðu aftur, sum áðrenn vit fingu annað í útlit. At EOC hevur brotið munnlig lyfti mótvegis ÍSF, sum rakar SSF sera meint. Og at tað sum skuldi vera eitt frambrot fyri føroyska svimjing - at sleppa at luttaka á evropeiska olympiska pallinum - nú í staðin er eitt afturstig í tí høpi, har vit annars, sambært lógum LEN, hava rætt til at vera.

Í gjár viðgjørdi starvsnevndin nýggju støðuna saman við formonnum og øðrum umboðum úr føroysku svimjifeløgunum. Hesi átalaðu, at nevndin hevði valt at bíða við sakarmálinum og í staðin hevði satt sítt álit á munnlig lyfti.

- Fyrr nevnda sakarmál ímóti LEN er nú á borðinum aftur, og fer starvsnevnd SSF í dialog við ÍSF til at finna fígging til hetta rættiliga prinsipiella mál, ikki bara fyri føroyska svimjing, men fyri føroyskan ítrótt yvirhøvur. Tað er væl óhugsandi at nøkur avgerð fellur áðrenn juni mánaða, og verður okkara svimjidómari Dan Hjelm tí einasta umboð fyri Føroyar á evropeisku leikum í Baku, skrivar Rókur í Jákupsstovu at enda í tíðindaskrivi til miðlarnar.