Helle Thorning-schmidt vil ikki leggja seg út í føroysk viðurskifti, men tað harmar hana, at vit ikki eru við í Kyoto samstarvinum.
Tað segði hon á stórskíggjanum á landsfundinum hjá Føroya Javnaðarflokki fríggjakvøldið.
Elin Lindenskov, javnaðarkvinna í Tórshavnar Býráð, spurdi hana, hvat um helt um, at føroyingar ikki eru við í Kyoto.
Og forkvinnan í danska javnaðarflokkinum duldi ikki fyri, at hon harmaðist um føroysku støðuna til Kyoto.
-Tað er stórt Co2 útlát í Føroyum og tí vildi eg inniliga havt, at føroyingar vóru við og settu sær nakrar málsetningar fyri at minka útlátið.
- Men tað stendur fullkomiliga til føroyingar sjálvar at gera av og finna útav, so eg farið at vera ógvuliga varin at leggja meg út í hesi viðurskifti í Føroyum.
- Hinvegin vildi eg fegin havt Føroyar við í einum felags veðurlags-arbeiði, legði hon afturat.
Ì Norðurlandahúsinum í kvøld hoyrdu væl yvir 100 javnaðarfólk tað donsku javnaðarforvinnuna,Helle Thorning-Schmidt harmast um føroysku støðuna til Kyoto