Harmast um at kunningin var so ørkymlandi

Tað, sum hendi við Smyrli á ólavsøku, var harmiligt. Vit fingu einki gjørt við siglingina, men kunning átti at verið betri

Tað, sum hendi við Smyrli á ólavsøku, var harmiligt. Vit fingu einki gjørt við siglingina, men kunning átti at verið betri.

 

Tað sigur Jóan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni.

 

Strandferðslan hevði lagt eina serliga ferðaætlan fyri ólavsøkuna, har hann sigldi tveir túrar av Krambatanga til Havnar ólavsøkuaftan. Hesa seinastu tíðina hevur verið arbeitt upp á yvirhála ein av høvuðsmotorunum, og ferðaætlanin var treytað av, at hann kundi brúkast á ólavsøku. 

 

– Men tá ið ein motorur hevur fingið eina rættiliga yvirháling, sum hesin hevur fingið, skulu vit brúka eitt samdøgur at starta hann upp aftur, sigur Jóan Petur Abrahamsen.

 

Og tað skuldi ikki verið nakar trupulleiki, tí ætlanin var at brúka fríggjadagin upp á tað. Men uttan at gera tað ov tekniskt, gekk tað ikki sum ætlað fríggjadagin, og tískil bar ikki til at brúka motorin ólavsøkuaftan, sum ætlað.

 

– Við skerdari motorkraft kláraðu vit ikki at halda ferðaætlanina, tí boðini úr Havn vóru, at klokkan 13 skuldi Smyril vera burtur av róðrarøkinum, sigur rakstrarleiðarin. Og tí varð tíverri neyðugt at broyta ferðaætlanina aftur. Men ístaðin fyri at leggja ein túr burtur ímillum, sigldu vit ein eykatúr fríggjakvøldið ístaðin fyri tann eina túrin leygardagin, sigur Jóan Petur Abrahamsen.

 

Men hann viðgongur, at kunningin hjá Strandferðsluni í hesum føri var ikki nøktandi, tí hon ørkymlaði fólk meiri enn hon upplýsti og endin var, at eingin fekk skil á nøkrum.

 

Tað, sum serliga ørkymlaði fólk, var, at boðini frá Strandferðsluni vóru, at »vegna tekniskt brek siglur Smyril sum vanligt fríggjakvøld, síðsti túrur verður kl. 21:15 av Tvøroyri«

 

– Tað kundi verið betur frágingið, tí tað er væl skiljandi, at hetta ørkymlaði fólk. Kunningin var óneyðuga fløkt, tí í roynd og veru var tað einasta, sum hendi, at túrurin klokkan seks ólavsøkuaftansmorgun, varð fluttur fram til klokkan 21.15 fríggjakvøldið. Men tað mugu vit so bara taka við okkum, og læra av, sigur Jóan Petur Abrahamsen.

 

Les eisini: Smyril siglt 3200 suðuroyingar til Havnar á ólavsøku