Harmast ósemjurnar í tingbólki floksins

Sjálvt um formaðurin í Javnaðarflokkinnum er errin um úrslitini, so harmast hann um at flokkurin á tingi ikki er intaktur

Javnaðarflokkurin hevði eitt gott val í 2015. Flokkurin fekk átta tinglimir og tað manglaðu bert heilt fáar atkvøður í at fáa tann níggjunda.

 

Men síðani samgongan bleiv skipað, hevur flokkurin ongantíð megnað at hesar átta tingsessirnar.

 

Sonja Jógvansdóttir tók seg úr flokkinum beiint eftir at samgonguskjalið var undirskrivað og síðani hevur Kristin Michelsen boðað frá, at hann ikki kennir seg bundan at flokkinum.

 

Formaðurin nýtti tó høvi at takkka Sonju Jógvansdóttir fyri hennara dygga stuðul til samgonguna.

 

- Í ein dag høvdu vit eina meirilutasamgongu við 17 tinglimum, nú eru bara 15 og vit í Javnaðarflokkinum kunnu - nú vit halda landsfund - bara garantera seks atkvøður í fleiri málum, segði Akseel V. Johannesen, formaður.

 

Hann boðaði frá, at flokkurin er í ferð við at gera broytingar, so sleppast kann undan slíkum støðum í framtíðini.

 

- Hetta er ikki nøktandi fyri øll tey, ið settu sín kross við Javnaðarflokkin síðsta val. Ei heldur er tað nøktandi fyri meg sum formann í flokkinum. Vit hava sett orð á hesar avbjóðingar á limafundum kring landið, og vit eru longu í einari tilgongd innanhýsis, so vit sleppa undan at slíkt endurtekur seg, segði formaðurin í Javnaðarflokkinum.