Harmast kolldømingina

Hóast talan í seinasta enda gjørdist um greitt tap hjá VB, so helt VB-venjarin, John Christensen, ikki, at talan hevði verið um nakað vánaligt avrik frá hansara monnum.
- Sjálvandi er 0-3 á heimavølli ikki nakað gott úrslit, men so skalt tú eisini hugsa um, hvat tað er, sum hendir. 10-11 minuttir fyri leiklok halda bæði eg og spælararnir, at vit hava javnað, men tað hildu dómararnir altso ikki. Og bara 20-30 sekund seinni liggur bólturin so í okkara máli. Tað sigur seg sjálvt, at tað tá gerst sera tungt, men eg haldi tó, at vit kortini vísa rætta viljan. Vit satsa í øllum førum alt seinastu løtuna, og um tað so verður 3-0, hevur ongan týdning í so máta.
- Men sum sagt, so verða vit punkteraðir av hasum 2-0 málinum, og eg eri í øllum førum spentur til 3-2 sendingina mánakvøldið, so eg kann síggja hasa kolldømingina umaftur, staðfestir venjarin.
Um dystin sjálvan og mótstøðuliðið helt VB-venjarin, at teir hóast alt eisini høvdu møtt einum betri liði.
- Eg má viðganga, at B36 var betri enn vit. Teir eru sera væl skipaðir í verjupartinum, og tað ger tað sera trupult at vinna á teimum. Fram eftir vøllinum skapa teir kanska ikki heilt so nógv, men við tolnum spæli megna teir at bíða, til møguleikin kemur, og tí haldi eg, at hetta er besta liðið, sum vit hava møtt higartil í kappingini.