Harmast kelidjór

Eg tendraði og nógv við mær, tá ið eg sá sendingina í sjónvarpinum frá Djóralæknatænastuni.

At síggja kettur sum ongan góðan hava og sostatt verða avlívaðar.

 

Erik Mortensen



Eg tendraði og nógv við mær, tá ið eg sá sendingina í sjónvarpinum frá Djóralæknatænastuni.

At síggja kettur sum ongan góðan hava og sostatt verða avlívaðar.

Eg vóni at tit, sum seta við og býta út kettlingar til »djóravinir« fyri at doyva tykkara ringu samvitsku, síggja hvussu lagnan hjá flestu teirra verður. Hesi ólukkudýr reka fyri vág og vind. Tí tey fólkini, sum hava tikið tey til sín, hava svikið so dyggiliga, sjálvt um umberingarnar eru nógvar.

Tit, sum taka ein kettling, sum kanska fer at liva eini 10 til 15 ár, hvat hugsa tit? Hvussu eru viðurskiftini hjá tykkum at hava dýr? Tíma tit yvirhøvur at hava dýr?

Tað fyrsta tú eigur at gera er at geva teimum helsi við navni eigarans og telefon nr., sum má skiftast við hvørt, tí tað slítist skjótt.

Tað eru alt ov nógvar kettur til. Tí eru tær so lítið virdar. Og tit, sum seta við, eru atvoldin til hetta óskilið, sum hevur við sær henda sorgarleik, vit sóu í sjónvarpinum, sum bara er toppurin á ísfjallinum, og sum er púra óneyðugt, tí tað ber væl til at geva kettunum p-pillarar.

Gevið gætur henda fitta kettlingin, ið hevur verið miðdepilin í familjuni meðan tað var stuttligt, til gerandisdagurin mur við sínum krøvum. Tá er tað onki stuttligt meira. Hetta ólukkudýrið, sum nú ongin heldur seg eiga, liggur og skimast upp á bøðilin, áðrenn lívið verður avkvett.

Tit, sum fingu tykkum hann og bara rendu hann út, hava ivaleyst kent hann aftur í sjónvarpinum. Hví sviku tit?

Fær tú tær kríatúr, so hevur tú eisini ábyrgdina av teimum og at tey verða væl røkt. Kennir tú onga ábyrgd av teimum, skal tú ikki fáa tær kríatúr.

Hví hevur Tórshavnar Kommuna ikki eitt internat til gloymd dýr, so at fólk, sum hava ein veruligan alsk til dýr, kunnu koma og hyggja og kanska ogna sær eitt.

Tað eigur eisini at verða kannað hvat tey gera í býum av somu stødd sum Havnin í hinum Norðurlondunum. Eg haldi at hugburðurin eigur at vera betri. Bara orðið hundafangari og kettufangari boða frá onkrum primitivum. Bara at síggja hasar seðlarnar, ið hanga á einum seymi, ið boða frá upptiknum dýrum. Er ongin meira smartari og sjónskari háttur? Hví er tað so dýrt at fáa ein upptiknan hund aftur? Er tað rætt at seta fellur, tí kettur ganga í annanmanns ogn? Frætti at fólk av sínum eintingum hava fellur. Er tað rætt?

Eg loyvi mær at endurtaka eitt lesarabræv í Dimmu nú ein dagin: Ein pakki av p-pillarum kostar 70,25 kr. + resept. T.v.s. pillarar til næstan eitt árs brúk kosta 145,25 kr. Tit skulu bert ringja til djóralæknan.

Fyri 150 kr. sleppur tú undan at verða atvoldin til sorgarleikin á Djóralæknatænastuni, sum vit sóu í Sjónvarpi Føroya. Hava ikki øll ráð til tað?