Harmast hann ikki drap fleiri

Verjin hjá Anders Behring Breivik, Geir Lippestad, biður fólk stálseta seg, áðrenn hópdrápsmaðurin fer at geva sína frágreiðing í rættinum í næstu viku.

Lippestad undirstrikar týdningin av, at Breivik sleppur til orðanna undir rættarmálinum, sjálvt um hann á ongan hátt fer at biðja um umbering fyri, at hava dripið 77 fólk undir terrorálopunum í fjør.

- Hann fer ikki bert at verja sínar gerðir. Hann fer at harmast, at hann ikki fór longur, segði Geir Lippestad uttan fyri Ila-fongslið seinnapartin.

Sambært verjanum er Anders Behring Breivik forharmaður um, at hann ikki drap fleiri við stjórnarbygningunum og á Utøya.

- Vanliga tosa verji og ákærdi saman um hvat skal sigast og ikki, men soleiðis verður ikki við hetta rættarmálið. Hann hevur eina sera sterka uppfatan av, hvussu hann skal fáa sín boðskap út. Og vit meta, at tað er sera umráðandi, at hann sleppur at greiða frá á tann hátt, hann ynskir, sigur Geir Lippestad.

Tí vil verjin fyrireika øll til, at tað verður hart.

- Tað fer at verða trupult at hoyra, men tað er týdningarmikið, at vit geva honum høvi og ta tíð, sum skal til. Tað verður krevjandi, men vit noyðast at gera tað, sigur Geir Lippestad.

Verjin strikar undir, at frágreiðingin hjá Breivik fer at fáa serliga stóran týdning, nú semja ikki er um sálarligu støðuna hjá hópdrápsmaninum undir terrorálopunum.

Rættarmálið móti Anders Behring Breivik byrjar mánadagin 16. apríl.