Í gjár komu deyðsboðini, at kendi tónleikaframleiðarin Sir George Martin var deyður. Hann gjørdist 90 ára gamal.
Limirnir í The Beatles, ið eftir eru á lívi, harmast deyða framleiðarans. Eftir á lívi eru Paul McCartney og Ringo Star.
Martin var maðurin, ið gav The Beatles møguleikan, tá hann gav teimum tíð í tónleikaupptøkuhølunum. Hann helt seg hoyra eitthvørt, sum kundi brúkast, um enn arbeiðast skuldi við hesum. George Martin var klassiskt útbúgvin innan tónleik, og hevði um hendi eina lítla deild hjá stórum plátufelag. Henda deildin fekst ikki vanliga við hetta slag av tónleiki, sum Beatles gjørdist kendir við.
Samanrenningin av ungu beatlunum og tí eldra og klassiska Martin gjørdist eitt serstakt bland, ið riggaði sera væl, og sum0 skrivaði søgu.
Á Facebook vanganum hjá The Beatles sæst m.a. útsøgnir hjá limunum í Beatles, nú Sir George Martin er farin, og teir harmast, og virða stóra týdningin, ið hesin maðurin fekk fyri tónleika- og lívsleið teirra. Og harvið fyri heimstónleikasøguna.
Á myndini, ið hevur mong ár á baki, síggjast Paul McCartney og George Martin.