TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Heðin Askham, sum sá sínar menn tapa 2-3 ímóti NSÍ við Løkin í Runavík í dag.
Heðin Askham er sera harmur um tapið, sæð í ljósinum av, at EB/Streymur eitt skiftið var á odda 2-0 í fyrra hálvleiki.
Serliga nógv ergrar tað Heðin Askham nógv, at hansara menn loyvdu NSÍ inn aftur í dystin við einum máli, sum kom beint undan hálvleikssteðginum.
Nú taka sundalagsmenn ímóti Suðringum komandi hóskvøld, og Heðin Askham hevur góðar vónir um, at EB/Streymur kann fáa fult ímóti TB/FCS/Royn við einum triðja sigri í ár.










