Miðfyrisitingin
? Tað harmar meg at eg verðið kallaður lygnari.
Tað er fallið løgmanni rættiliga fyri bróstið, at hann nú verður skuldsettur fyri at siga ósatt og enntá fyri beinleiðis at lúgva.
Nú fíggjarlógin fyri 2004 er samtykt, hevur hann ført fram, at sparingar eru gjørdar í miðfyrisitnigini.
Men tað, sum sum hevur elvt til stríð, er, hvussu stór hendan sparingin er.
Løgmaður hevur nevnt eina sparing uppá 10% og tað hava tinglimir úr andstøðuni kalla beinleiðis lygn
Men løgmaður vísir staðiliga aftur, at hann hevuir logið.
? Eg havi samanborið fíggjarlógina fyri 2004 við tað fíggjarlógina, sum undannfarna landsstýrið ætlaði at seta i verk.
Løgmaður sigur, at hann greitt segði, at talan var um eina samanbering ímillum endaligu fíggjarlógina fyri 2004 og fíggjarlógina, sum undanfarna landsstýrið ætlaði at seta í verk.
? Eg havi ongantíð sagt, at talan var um eina sparing afturímóti veruligu tølunum fyri 2003.
Hann viðgongur, at tað var ein politisk samanbering, hann gjørdi. Men hon er als ikki skeiv og fíggjarlógin, sum undanfarna samgonga ætlaði at seta í verk, er eitt alment skjal, sigur Løgmaður.
Hann leggur afturat, at hann hevur einans hildið seg til eina útreiðslugreining, sum løgmansskrivstovan og Fíggjarmálaráðið, hava gjørt.
? Tað skerst ikki burtur, at undanfarna samgonga ætlaði at brúka 114,303 milliónir til miðfyristingina. Tað skerst heldur ikki burtur, at nú endaliga fíggjarlógin fyri 2004 er samtykt, endaði tað við, at 102,863 milliónir eru settar av til miðfyrisitingina.
? Sostatt er talan um eina sparing upp á 10% afturímóti tí, sum undanfarna landsstýrið ætlaði.
Hinvegin er tað eisini rætt, at verður fíggjarlógin í ár samanborin við roknskapin fyri 2003, er talan um eina sparing upp á 3%.
?Samanumtikið er støðan tann, at hvørt einasta ár, síðani 1998, er miðfyrisitingin dýrkað. Men nú er útreiðsluvøksturin steðgaður og talan er enntá um eina beinleiðis sparing. Og tað haldi eg, er eitt sera gott tekin at senda almenninginum, leggur hann afturat.
Óheppið
Løgmaður sigur, at hesar seinastu dagarnar er tað ført fram, at útreiðslurnar til Almanna- og Heilsumálaráðið, eru yvirmettar í fíggjarlógaruppskotinum hjá undanfarna landsstýri.
? Tað vísir seg, at útvið fimm milliónir krónur til elektroniska sjúklingaskrá, eru settar upp sum útreiðslur hjá ráðnum og tað áttu tær ikki at verðið.
Politikarar úr andstøðuna hava ført fram, at hetta hevur við sær, at ikki ber til at samanbera útreiðslur til miðfyrisiting í fíggjarlógaruppskotinum hjá undanfarnu samgongu við tær í fíggjarlógini fyri 2004.
? Tað er óheppið er, at útreiðslur, sum ikki hava við fyrisiting at gera, eru settar upp sum útreiðslur hjá Almanna- og Heilsumálaráðnum, sigur løgmaður.
Hann sigur, at hesar fimm milliónirnar til elektroniska sjúklingaskrá átti helst at verið sett upp undir øðrum málsøki, har hon hoyrdi heima.
Men løgmaður vísur eisini á, at hóast sitandi landsstýri hevur færri limir enn undanfarna, eru lønarútreiðslurnar til landsstýrisfólk í ár væl hægri enn í fjør.
? Orsøkin til hetta er, at ein part av 2004 verða lønir eisini goldnar landsstýrisfólkum, sum eru farin úr starvi. Men komandi ár kann roknast við, at hendan útreiðslan lækkar, sigur Jóannes Eidesgaard
Hann vísur eisini á, at eingin greið allýsing finst av hugtakinum "miðfyrisiting" og at gongdin viðvíkjandi miðfyrisitingini kann lýsast á ymsan hátt.
? Lýsingin hjá Løgmansskrivstovuni og Fíggjarmálaráðnum av nevndu høvuðskontum er ein av fleiri møguligum, men alt hetta hevur við sær, at lýstu tølini eiga at tulkast við varsemi.
? Sostatt er støðan tann, at verða tølini á fíggjarlógini fyri 2004 samanborin við fíggjarlógaruppskotið fyri 2004 hjá undanfarnu samgongu ? uttan tillagingar í samband við elektroniska sjúklingaskrá ella annað ? er úrslitið ein minking upp á 10 prosent.
? Myndin broytist nakað, um vit tillaga uppskotið hjá undanfarnu samgongu og taka burtur útreiðslur til elektroniska sjúklingaskrá. Verður hetta gjørt, eru útreiðslurnar á fíggjarlógini fyri 2004 á leið 6 prosent minni enn tað, sum undanfarna samgongu ætlaði at brúka til miðfyrisiting, sigur løgmaður.
Løgmaður vísur á, at í 1998 kostaði miðfyrisitingin 62 milliónir, í 2003 kostaði hon 105,8 milliónir. Men í ár fer hon so at kosta 102,9 milliónir