Harmaljóð á Hamragarði

Ikki var tað tespiligur lesnaður at vakna upp til í morgun. Aftur nú raka sparingar okkara gomlu. Tey eldru, sum hava bygt okkara samfelag upp, og eru fortreytin fyri, at vit í dag hava tað vælferðarsamfelag vit hava, vera nú aftur við sviðið soð. Hvussu kann man bera seg soleiðis at?

 

Í staðin fyri at takka teimum eldru fyri teirra strev, so hoyra tey nú, dag og dagliga hvussu nógv tey kosta, hvussu stór byrða tey eru- og fara at vera fyri samfelagið, og at ongin fer at hava ráð til tey. Slíkan óvirðiligan framferðarhátt skal man leita leingi eftir, og slíkur atburður skal als ikki góðtakast. Ongantíð!

 

Tað sum man nú vil við Hamragarði er at spara 700.000 Kr. Frammanundan er røktin sambært starvsfólkunum longu spard inn á bein, so har er onki at taka av. Hóast tað so er ætlanin at spara 60 arbeiðstímar um vikuna.

 

Køkin skal steingja um vikuskifti. Matur til vikuskifti skal gerast tíðliga fríggjadag, og hitast upp, og nakað av matinum koma røktarstarvsfólkini at taka sær av. Somuleiðis er fráboðað, at tey røktarkrevjandi gomlu, sum ikki sjálvi megna at koma upp, fara at vera liggjandi í songini og eta døgurða, tí starvsfólkið ikki sær sær nakran møguleika at fáa tey upp áðrenn. Onki ítriv skal vera, og Eden-hugsjónin, sum hevur verið stavnhaldið, verður við hesum niðurløgd.

 

Veit nakar av teimum, sum fremur hesa sparing, hvat tað vil siga at vera gamal og sjúkur?  Vita tey um hvørjar avleiðingar tað hevur fyri heilsustøðuna at liggja í songini? Vita tey av øllum teimum sjúkum og fylgjum tað hevur fyri búfólkini at liggja í órøkt? Vita tey nakað um týdningin av mati og máltíðum fyri heilsu og trivnað ? Vita tey hvussu tað er at vera starvsfólk? Vita tey hvussu tað er at vera avvarðandi? Vita tey hvussu tað ávirkar gomul fólk at vera vitni til at vera umrødd á henda hátt? og man freistast til at spyrja um tey vita, at gomul fólk er menniskju?

 

Tá ið starvsfólk, sum hava valt sær sum lívsleið at vera um gomul og sjúk, rópa varskó, tá skulu vit taka tað í fullum álvara. Tey kenna støðuna, og vísa nú á, at tey fakliga ikki kunnu standa inni fyri tí vit bjóða okkara gomlu. Tí má landsstýriskvinnan finna eina loysn í løtuni, so byrgt kann vera fyri at sparingarnar vera settar í verk.

 

700.000 kr hjá eini samgongu, sum hevur tiltuskað sær yvir 400 milliónir í nýggjum inntøkum, átti ikki at verið annað enn piparnøtir. Tað eru so ikki tey gomlu, sum hava kent fløva av nýggju inntøkunum, ei heldur starvsfólkini á eldraøkinum.

 

Spurningurin er um henda ætlaða sparing hongur saman við ætlanini at leggja eldrarøktina út   kommunurnar at umsita. Minni eldrarøktin kostar tá ið hon verður løgd út, minni av peningi skulu kommunurnar fáa, tá ið tær yvirtaka økið. Og fáa kommunur ikki nokk av peningi at fíggja eldrarøktina við, ja, so er henda sparing væl bert ein byrjan uppá avtøkuna av vælferðarsamfelagnum.

 

Í tí løtu vit bert kunnu veita tað, sum starvsfólkini kalla, at fólk vera rein og mett, og onki rúm er fyri hjartaligheit, umsorgan og nærveru, tá eru vit eitt fátækt samfelag. Tá ið tað ikki ber til at skapa meining í gerandisdegnum við t.d. ítrivi, tá ongin hevur tíð at tosa og menniskjaligheitin er burtur, hvat hava vit tá?

 

Sambært WHO so skulu vit í eldrarøktini “leggja ár til lívið – og leggja lív til árini”. Tað verður tað so onki av á Hamragarði um sparingar aftur nú skulu fremjast. Tá er okkara virðisgrundarlag so mikið broytt at samlibandshugsanin hevur vunnið á umsorganini- og øll hava tapt!