Í einum brævi til kekkiska forsetan, Vaclav Klaus, skrivar týski forsetin, Joachim Gauck, at hann er harmur um hópdrápið, sum teir týsku nazistarnir framdu í tveimum kekkiskum bygdum í 1942. Hópdrápini vóru hevnd fyri, at kekkiskir mótstøðumenn høvdu beint fyri Reinard Heydrich, sum Hitler hevði sett til leiðara í økinum.
Nazistarnir hevndu morðið við at javna bygdirnar Lidice og Lezaky við jørðina, og tey 1.500 bygdafólkini vórðu annaðhvørt tikin av døgum ella send í týningarlegur.
-Tankin um hesar ræðuligu yvirgangsgerðir gevur mær sorg og skomm í sinnið, og vit fara ongantíð at gloyma tað, sum týskarar gjørdu ímóti monnum, kvinnum og børnum í Lieice og Lezaky, skrivar Joachim Gauck í brævinum, sum hann hevur skrivað Vaclav Klaus í sambandi við, at 70 ár eru liðin síðani tilburðin.
Vaclav Klaus hevur takka týska starvsbróðuri sínum fyri brævið og var fegin um innihaldið, skrivar DPA.