Innan motrosúkklur og ellisakfør hevur seinastu árini verið skipað fyri fleiri felagstiltøkum millum okkum og grannaoyggjarnar Hetland.
Annan hvítusunnudag fingu vit MC-vitjan úr Hetlandi saman við einum kvinnuligum motorjournalisti. Mánadagin var tað Ove Ritter frá HD.fo, sum tók sær av teimum vitjandi, og mikudagin og hósdagin er tað Eysturoyar MC, sum eru ferðaleiðarar.
Colin Frazer, sum er ein av luttakarunum, koyrir við eini Harley “trike” við trimum hjólum. Hetta er fyrstu ferð at ein ”trike” er í Føroyum. HD.fo skulu gera eftirlit av súkkluni, meðan hon er her.
Ein av luttakarunum, Annette, er journalistur innan motorsport. Hon hevur koyrt heilt frá London fyri at koma higar at gera eina ferðafrásøgn frá túrinum.
Ferðalagið verður her til hósdagin 31. mai, tá tey fara avstað aftur við Norrønu. Tey hava vitjað ymsastaðni í landinum sum t.d. í Vestmanna, Norðoyggjum, Eysturoy og í Vágum.
Túrar til Íslands og Kuba
Í døgunum 4. til 13. juli 2007 verður skipað fyri einum motorsúkklutúri til Íslands í sambandi við at størsti motorsúkklufelagsskapurin í Íslandi ”Sniglar”, hava teirra stóra summartreff ”Landsmót” í Skulagarði, nærhendis Ásbyrgi 220 km frá Seyðisfirði. Farið verður við Norrønu mikudagin 4. juli og ferðalagið er aftur í Havn fríggjadagin 13. juli.
Ove Ritter frá HD.fo sigur, at Smyril Line hava givið teimum eitt sera gott tilboð í hesum sambandi.
Frá 17. februar til 3. mars 2008 verður skipað fyri einum 16 daga túri á egnari motorsúkklu til Kuba. Fleiri føroyingar hava longu tekna seg til túrin, sigur Ove Ritter frá HD.fo, sum sjálvur hevur teknað seg til túrin.
Túrurin kostar kr. 27.300 fyri motorsúkklu og førara og kr. 22.800 fyri bakseturpassaserin frá Kastrup í Keypmannahavn og retur. Súkklurnar verða sendar við skipi í bingjum. Í mesta lagi 20 motorsúkklur kunnu koma við.
mg