Í kappingini um evropeisku motorsúkklu-kundarnar eru Harley Davidson komnir á marknaðin við eini nýggjari og meira sermerktari útgávu av klassisku V-Rod modellunum frá 2002. Hendan er gjørd í samstarvi við týsku Porsche bilverksmiðjuna. Rætta navnið á súkkluni er Harley Davidson VRSCR Street Rod.
Talan er enn um eina motorsúkklu við tveimum sylindarum og V-motori, sum nú hevur fingið enn meira hestakreftir og størri snúningsmoment. V-motorurin, ið er 2. syl. við 1130 cc og 120 hk, gevur súkkluni ta kraftina, sum skal til fyri at kunna nýta koyrieginleikarnar fult út. Sagt verður at nýggju Street Rod: "Is born on the track, raised on the street"
Fyri at betra um koyrieginleikarnar og komfortin, hevur V-Rod nú fingið nýggjan "upside-down" forgaffil og ymiskar aðrar justeringar, sum saman við styttri aksilfrástøðu geva lættari stýring og munandi betri koyrieginleikar í svingum, ið nú kunnu takast við einum hallvinkli heilt niður til 40 stig.
Umboð fyri Harley Davidson í Føroyum er fyritøkan "HD-fo, ið umboðar donsku Harley Davidson fyritøkuna CAPS-HD. Fyritøkan skipar eisini fyri viðlikahaldi, umvælingum, uppbygging av customsúkklum og útleigan av Harley motorsúkklum. Umframt sjálvar súkklurnar útvegar fyritøkan Harley Davidson klæðir í besta kvaliteti til vaksin og børn. HD.fo hevur nú fingið serframleitt eina "super feita" føroyska Harley T-shirt. Hetta er gjørt eftir at stórur eftirspurningur hevur verið eftir hesum T-shirtum, serliga frá útlendskum ferðafólkum, sum vitja her hvørt ár. Eisini skipar fyritøkan fyri motorsúkklutúrum, bæði í Føroyum og uttanlanda.
Eitt av endamálunum hjá HD-fo er at geva so nógvum fólki sum gjørligt møguleikan at ogna sær eina Harley Davidson. HD.fo lýsa t.d. við fólk kunnu gera dreymar sínar til veruleika. Teir bjóða eitt breitt úrval av bæði nýggjum og gomlum HD motorsúkklum umframt service frá dugnaligum mekanikarum. Somuleiðis hava teir alskyns HD vørulutir bæði til verandi og komandi motorsúkklufjepparar".
Heimskenda amerikanska Harley Davidson motorsúkklverksmiðjan, ið er yvir 100 ára gomul, varð stovnað av Bill Harley og Arthur Davidson í Milwaukee í Wisconsin í USA í 1903. Harley Davidson vórðu millum tær fyrstu hópframleiddu motorsúkklurnar í heiminum. Við atliti til tann stóra eftirspurningin eftir Harley Davidson motorsúkklum, bæði í USA og Evropa, hevur verksmiðjan verið noydd til at hækka framleiðsluna frá 317.000 til yvir 400.000 eindir árliga.
Harley Davidson owner group (HOG) er heimsins størsti motorsúkklufelagsskapur við meira enn 900.000 limum um allan heim. Limir í hesum felagsskapi koma úr øllum samfelagsstættum. Vanligt er at Harley Davidson felagsskapir gera nakað fyri børn. Her hjá okkum hava teir m.a. savnað pening inn til Barnaheimið í Havn.
Meira fæst at vita á heimasíðuni: www.HD.fo
____________________________________________________________________
(Faktabox)
Harley Davidson VRSCR Street Rod
MotorurinVatnkøldur Revolution V-Twin motorur
1130 cc 2 syl. 60 stig 120 hk (á bakhjólunum)
ESFPI Elektroniskari innspræning
DOHC
Toppferð 225 km/t (5-gir / tannreim)
Snúningsmoment108 Nm v.7.000 o/min
Dekkstødd 120/70 ZR 19 (framman)
180/55 ZR 18 (aftan)
Bremo bremsir
300 mm dupultar skivur framman
Stødd og vekt
Longd243,5 cm
Aksilfrástøða 170,0 cm
Seturhædd76,0 cm
Eginvekt292 kg
Prísurkr. 219.442,-
SøluumboðHD.fo (Harley Davidson í Føroyum)
Jónas Broncksgøta 33
FO-100 Tórshavn
Tel. 210405
www.HD.fo
_________________________________________________________________
Schumacher ein av fyrstu eigarunum (í gráan kassa)
Michael Schumacher, ið er ein av heimsins kendastu rasararakoyrarum, helt seg ikki aftur, tá hann fyri kortum hoyrdi um nýggju Harley Davidson VRSCR Street Rod. Hesin sjeyfaldi formel-1 heimsmeistarin og Harley Davidson elskari var ein av teimum allarfyrstu eigarunum av hesi nýggju kollveltandi HD-súkkluni.
"Øll her hjá Harley Davidson eru ovurfegin um at Schumacher keypti súkkluna so skjótt", sigur Bill Davidson, stjóri á menningardeildini hjá Harley Davidson. "Tað er av sonnum eitt herðaklapp hjá okkum at fáa, tá ein sum Schumacher, ið hevur so gott orð á sær, keypur eina av okkara heilt nýggju súkklum bert fáar dagar eftir, at vit hava sýnt hana fram. Vit bíða við spenningi eftir, hvat hann heldur um súkkluna", sigur Bill Davidson.
Harley Davidson er ein lívsstílur
Ein Harley Davidson er ein investering. Tí tað vísir seg, at tær halda góðan prís og falla ikki í virði, sum so mangir aðrir brúkslutir. Tað hevur ljóðað at Harley Davidson motorsúkklurnar ofta eru í ólagi, men frá HD.fo verður sagt, at hetta er ein myta. Tað var ein tíð í 70-unum, tá íleggjarar noyddu verksmiðjuna at leggja størri dent á kvantitet enn kvalitet, men í dag er kvaliteturin í topp.
At koyra Harley Davidson er ein lívsstílur fyri milliónir av fólki um allan heim. Í dag keypa kvinnurnar Harley sum ongantíð áður. Í USA eru 10 prosent Harley-kundunum kvinnur. Nútímans kvinnur tíma ikki longur at sita aftanfyri á súkkluni, tær vilja koyra sjálvar.