Harley Softail Rocker nú í Føroyum

Harley Softail Rocker motorsúkklurnar, sum leingi hevur verið bíðað eftir, eru nú komnar á evropeiska marknaðin og eru eisini at fáa í Føroyum.

Harley Davidson Softail Rocker er í roynd og veru ein Softail Custom við ymiskum broytingum sum t.d. betri koyrikomforti og framkomnari tøkni, soleiðis at hon er betur egnað til longri túrar. Eitt nú hevur hon eitt heilt nýtt bakhjólsupphang, sum nevnist Rockertail.


Á Softail Rocker modellinum er bakskermurin einans nakrar fáar millimetrar yvir 18” (240 mm breiða) dekkinum. Hetta er gjørt møguligt við at bæði bakhjól og bakskermur arbeiða væl saman undir koyring og geva sera góðan komfort undir koyring.


Seturhæddin á Softail Rocker modellunum er einans 641 mm, sum er nakað av tí lægsta sum fæst til keyps í dag.


Innspræningsmotorurin við 1584 cm³ er sera kvikur og hevur lætt við at fáa súkkluna, (sum vigar 326 kg) upp í ferð. Hon hevur 6 gir, og botntrekkið er upp á 117 Nm.


Brembo bremsuskipanin syrgir fyri at 49 mm breiði forgaffilin tekur væl ímóti bremsueffektini frá at súkklan koyrir við nógvari ferð og bremsar á ein sera »behagiligan« hátt.


Rocker og Rocker C


Softail Rocker fæst í tveimum útgávum, Rocker og Rocker C. Rocker er standardútgávan við t.d. øllum »detaljunum« í mattari aluminiums pulvurlakkering og eini ráari útsjónd.


Á Rocker C útgávuni (C stendur fyri chrome/custom) er krom fyri allar pengarnar. Ein fiks »detalja« er, at undir setrinum er eitt eyka baksetur sum er til at taka fram tá brúk er fyri tí.


Ove Ritter frá Riders »American bikes« í Jónas Broncksgøtu (fyrr HD.fo) sigur, at Riders.fo, sum ein av teimum fyrstu Harley Davidson umboðum í Evorpa, longu nú hava á goymslu og selja hesar nógv eftirspurdu Softail Rocker modellini. Súkklurnar kosta frá kr. 249.821,- alt eftir modelli og lit-samanseting.


Meira fæst at vita á heimasíðuni: www.Riders.fo ella á tel. 210405.