Harley jubileumsmodell við ABS

Í sambandi við at Harley Davidson hava 105 ára jubileum í ár, koma fleiri spennandi nýggheitir á marknaðin. Eitt nú hava fleiri av modellunum ABS-bremsur og eru lakkeraðar í serligum litum

 

MC

Í ár eru liðin 105 ár síðan fyrstu ameikansku Harley Davidson motorsúkklurnar komu á marknaðin. Tað vóru Arthur Davidson og Bill Harley, ið stovnaðu Harley Davidson motorsúkkluverksmiðjuna í Milwaukee í Wisconsin í USA í 1903. Í hesum sambandi hevur verksmiðjan gjørt fleiri jubileumsmodell, sum eisini koma til Evropa.


Ein av hesum nýggjheitum er Cross Bones (o´l school cruiser) og fleiri onnur modell við t.d. ABS-bremsum, »slipp-smooth« koblingum, elektroniskum spitara (uttan kápil) og størri motori á V-rod modellunum. Súkklurnar eru í serligum jubileumslitum við 105 ár logo og verða gjørdar í avmarkaðum nøgdum.


Síðan 2005 hava blokeringsfríar ABS-bremsur verið standard á øllum Harley Davidson politimotorsúkklunum, sum verða nýttar í meira enn 3.000 politidistriktum í USA. Tá tað snýr seg um at hava fult tamarhald á súkkluni undir øllum umstøðum, geva ABS-bremsurnar føraranum ein serligan tryggleika, eisini við harðar uppbremsingar. Fleiri av nýggju modellunum fáast nú við ABS.


Vatnkøldi V2 (4-takt) motorurin á Harley V-Rod, som er gjørdur av Porsche, er nú upp á 1.250 ccm og hevur 125 hk við 8.250 snún/min. við ABS bremsum.


Tað er HD.fo sum umboða Harley Davidson í Føroyum, og tað hevur eydnast teimum at fatur í einari 105 ára jubileumssúkklu í Softail Custom útgávuni. Annars eru longu fleiri súkklur av 2008 modellunum á goymslu hjá HD.fo í Jónas Broncksgøtu, sum t.d. sportster XL-1200 Nightster, Buell XR og V-rod.


Ove Ritter frá HD.fo sigur, at tey nógv eftirspurdu softail Rocker modellini koma á evropeiska marknaðin í mars, og teir fáa eina av allarfyrstu súkklunum til sølu í Føroyum.


Meira á heimasíðuni: www.HD.fo og www.H-D.com


mg