Harley fór út við skaða

Harley Bertholdsen var við aftur á KÍ-liðnum í gjár, eftir at hann sat yvir við leikbann í seinasta dystinum. Men Harley spældi ikki leingi, og hesaferð var orsøkin ikki, at Eiler Rasmussen, sum gav Harley reytt kort í næstseinasta umfarið, sendi Harley av vøllinum.
Tað var hinvegin ein skaði í baklærinum, sum fekk høgra bakkin hjá KÍ at gevast. Harley toygdi seg eftir einum bólti, sum varð spældur upp um KÍ-verjuna, og tá var tað, at skaðin kom.Harley royndi at spæla víðari eina løtu, men hann noyddist gevast nakrar minuttir seinni, og fyri hann kom Kristoffur Jakobsen á vøllin.