Nýggjasta modellið hjá Harley-Davidson er hendan VRSCF V-Rod Muscle við 1250 ccm Revolution-motori, sum Porsche Engineering í Týsklandi hava verið við til at designa við støði í 1100 V-Rod motorinum.
Talan er um eina motorsúkklu við tveimum sylindarum og V-motori, sum nú hevur fingið enn meira hestakreftir og størri snúningsmoment. Motorurin er upp á 1250 cc og gevur súkkluni ta kraftina, sum skal til fyri at kunna nýta koyrieginleikarnar fult út. Ljóðið frá útstoytinum er eisini sum á eini rættari Harley.
Harley-Davidson hava við hesi súkkluni gjørt eina nútímans »sportstourer« við øllum tí sum hoyrir til eina ordiliga Harley. Designið aftan verður kallað »clipped and clean rear end«, har baklyktirnar eru bygdar inn í bakskermin, og nummarplátan er ikki mitt fyri aftan sum vanligt, men á síðuni - í besta customstíli. Stórur dentur er lagdur á, at súkklan skal vera viðlíkahaldsfrí, tí er langt millum eftirlitini.
Heimskenda amerikanska Harley Davidson motorsúkklverksmiðjan, ið er yvir 100 ára gomul, varð stovnað av Bill Harley og Arthur Davidson í Milwaukee í Wisconsin í USA í 1903. Harley Davidson vórðu millum tær fyrstu hópframleiddu motorsúkklurnar í heiminum.
Tað er Riders.fo í Jónas Broncksgøtu 33 í Havn, sum selur Harley Davidson motorsúkklurnar í Føroyum. V-Rod Muscle kostar kr. 247.479,- Meira fæst at vita á heimasíðuni: www.HD.fo










