Motorsúkklur
Magnus Gunnarsson
Tær heimskendu Harley Davidson motorsúkklurnar hava nú fingið umboð í Føroyum. Tað er fyritøkan HD-fo v. Ova Ritter ið er umboð fyri donsku Harley Davidson fyritøkuna CAPS-HD. Ove Ritter stendur fyri søluni, Árni Hansen er servicemaður og Jan Nolsøe stendur fyri verkstaði, viðlikahaldi og umvælingum.
Endamálið hjá HD-fo er at so nógv fólk sum gjørligt fáa møguleikan at ogna sær eina Harley Davidson motorsúkklu. Umframt sjálvar súkklurnar útvega teir Harley Davidson klæðir í besta kvaliteti til vaksin og børn.
Harley Owner Group (HOG) er heimsins størsti motorsúkklufelagsskapur við umleið 700.000 limum um allan heim. Limir í hesum felagsskapi koma úr øllum samfelagsstættum. Teir eru fríir fyri allar bindingar til motorsúkklu-umhvørvið og eru politiskt og fíggjarliga óbundnir hvør av øðrum. Limirnir er bert saman fyri at hava góðar upplivingar og njóta teirra felags áhugamál, Harley Davidson motorsúkklurnar. Skipað verður fyri túrum fyri einstaklingar og familjur, eisini túrar uttanlands.
Innsavning til Barnaheimið
Vanligt er at Harley Davidson felagsskapir gera nakað fyri børn. Her hjá okkum savnar felagsskapurin pening til Barnaheimið í Havn. Peningurin er oyramerktur til eina ferð fyri børnini á Barnaheiminum í Havn í summar. Í hesum sambandi er ætlanin at hava opið hús á Barnaheiminum Kristi Himmalferðardag tann 29. mai, har motorsúkklistar úr Danmark og Svøríki eisini vera við. Donsku og svensku gestirnir hava leikur við til børnini og ein peningagáva verður handað. Børnini sleppa eisini ein túr á baksetrinum á Harley Davidson motorsúkklunum.
Tey, ið ynskja at stuðla ferðini hjá børnunum á Barnaheiminum í summar, kunnu seta pening inn á eina klientkonto hjá Annfinn V. Hansen advokati, konto í Føroya Banka: 6460 1022875.
Adressan hjá HD-fo er: Djóna í Geilsgøta 33 FO-100 Tórshavn. Tel. 210405. Harley Davidson motorsúkklur verða sýndar fram í SMS (3-arin) frá 26. mars til 12. apríl. Fáið meira at vita á heimasíðuni: www.hd-fo.dk









