PLÚMM
Rógvi Borðoy
Harley Davidson er ikki bert ein motorsúkkla. Hon er ein lívsstílur. Hon er ikki eitt akfar, hon er frælsi. Tað siga eigararnir í øllum førum.
Og so hevur hon 100 ár á baki í ár.
Hátíðarhald um allan heimin
Serliga er tað í stóru býunum í USA, at føðingardagurin verður hátíðarhildin, men eisini aðra staðni møtast eigararnir av Harley Davidson motorsúkklunum at halda føðingardagin.
Í eitt ár hevur eitt rullandi Harley Davidson savn koyrt runt á vegum á øllum jarðarknøttinum, og tað hevur verið væl vitjað.
Heim til Milwaukee
Í august í ár fara nógvir eigarar at koyra frá fýra býum í USA til býin Milwaukee í statinum Wisconsin, har stóra fyritøkan hevur høvuðsskrivstovu. Á heimasíðuni hjá Harley Davidson verður roknað við, at nógv fólk fara at gera túrin.
Frá 28. til 31. august verður so ein stór veitsla hildin í samband við føðingardagin.
Í Evropa eru stór tiltøk eisini. Bæði í Hamburg í Týsklandi og Barcelona í Spania eru stór motorsúkklutreff, har Harley Davidson eigarar savnast at hátíðarhalda 100 ára føðingardagin. Tveir føroyingar fara til Hamburg.