Harkaliðið á fløgu

Tutl hevur endurútgivið útgávu við Harkaliðnum, so henda nú er tøk á fløgu

 


Tutl hevur givið út aftur útgávuna, ið kom við Harkaliðnum í 1971. Sostatt er henda plátan við Harkaliðnum nú tøk á fløgu.

Annika, Jógvan Telling Joensen, Jógvan Dahl og Kári Mouritsen komu í 1971 á marknaðin við hesi útgávuni.

Harkaliðið var virkið hesa tíðina, men er tó ikki gloymt. Og, fyri at vera við árstíðina, so spratt bólkurin meira og minni úr kabarettumhvørvinum og leikti fleiri kabarettvísur, ið gjørdust fólkaogn. Nei, gloymd eru tey ikki. Hetta prógvaðu t.d. konsertirnar, ið bólkurin hevði fyri eini 8-9 árum síðani, har tey aftur fóru á pall, eftir støðg í áravís.

Harkaliðið leikar á fløguni 11 løg. Nevnast kunnu Í búri, Eitt kvøldi so síðla, Í dans og Á mønu hjalsins. Øll løgini eru tó løg, ið flest øll kenna og er tí at fegnast um henda møguleika at hoyra gomlu upptøkurnar á fløgu.