Hargreaves komin til Manchester

Owen Hargreaves, sum fyri einum mánaða síðan skifti til Manchester United, varð í gjár kunngjørdur sum nýggjur leikari í felagnum. Samstundis varð prísurin almannakungjørdur. Miðvallarin kostaði Manchester United góðar 200 milliónir, og talan er um ein fýra ára sáttmála. Hargreaves kom til enska meistarafelagið eftir at felagið hevði verið í sera drúgvum samráðingum við nú fyrrverandi felag hansara, Bayern München.