Enski landsliðsspælarin í fótbólti Owen Hargreaves hevur brotið beinið. Hetta hendi í dysti hjá Bayern Munchen leygardagin. Hargreaves rendi saman við ein mótstøðuspælara og noyddist at fara av vøllinum. Seinni varð staðfest, at talan var um beinbrot. Talan er tó um eitt minni brot, og Hargreaves skal ganga við beininum í gipsi næstu tríggjar vikurnar. Tað er tó framvegis óvist, nær hann kann spæla aftur.