Hareide umhugsar ikki síðsta dyst

Mikudagin kann vera síðsti dystur hjá Aage Hareide, sum norskur landsliðsvenjari, ið hevur luftað tankan um at gevast við fótbóltinum, um Noreg ikki megnar at spæla seg til EM-endaspælið

Noreg kann enn spæla seg til endaspælið, men tað krevst ein sigur móti Malta og at Turkaland samstundis tapir móti Bosnia-Herzegovina. Tí kann dysturin mikukvøldið gerast tann síðsti hjá Aage Hareide í spíðsinum fyri norska landsliðnum. Men tað er ikki nakað, ið fyllir tankarnar hjá landsliðsvenjaranum.

- Eg gangi ikki runt og hugsi um tað. So ger man ikki sítt arbeiði nóg væl. Vit mugu taka tað sum tað kemur, sigur Hareide fyri VG.

EM-fiasko merkir, at Hareide fer at siga seg úr starvi og letur ein anna taka við starvinum hjá sær og royna at føra Noreg til eitt endaspæl. Eitt venjarastarv uttanlanda, er tað einasta, ið kann fáa hann til at halda áfram við fótbóltinum.

Hann undirstrikar at hann saknar eitt meira vanligt lív, og tað er tí, at hann umhugsar at gevast sum fótbóltsvenjari á hægsta støði. Men hann er ikki vísur í at hann kann finna útav at gevast og sleppa heilt.

- Av og á hugsio eg um hvat vanlig menniskju gera. Serliga tá vit ferðaðust til Malta, og eg sá tómu gøturnar í Oslo, minnist eg at eg hugsaði, hvat vanlig fólk fáa tíðina at ganga við, fortelur Hareide.