Hareide til Rosenborg

-


Mánadagin boðaði táverandi venjarin hjá oddaliðnum í donsku superliguni, Åge Hareide, frá, at hann segði seg úr venjarasessinum. Orsøkin til hetta var, at munurin niður til FCK var minkaður niður í tvey stig, og sjálvur segði norski venjarin, at hann ikki kendi seg hava meira at geva leikarunum, soleiðis at gongdin kundi vendast.
Hareide slapp tó ikki at ganga leysur leingi, tí mikukvøldið boðaðu hann og norska stórfelagið, Rosenborg, frá, at Åge Hareide alt fyri eitt verður settur í starv hjá Rosenborg.
Annars hevur verið gitt, at Hareide skuldi gerast venjari komandi ár hjá Rosenborg, nú Niels Arne Eggen hevur boðað frá, at hetta verður seinasta ár hansara í felagnum, men leiðslan og Eggen komu ásamt um, at tað helst var betri, um samstarvið steðgaði alt fyri eitt.