Hareide og Ísland taptu á tjóðardegnum

Åge Hareide tapti fyrsta dystin sum íslendskur landsliðsvenjari 1-2 fyri Slovakia á Laugardalsvøllinum

Mynd: mbl.is

Í apríl setti íslendska fótbóltssambandið roynda norska venjaran, Åge Hareide í starvið sum íslendskur landsliðsvenjari.

 

Høvið til fyrsta dystin hjá Hareide í starvinum kundi ikki verið betri. Á heimavølli á Laugardalsvøllinum í Reykjavík á sjálvum tjóðardegi Íslands, 17. juni.

 

Talan var um EM-undankappingardyst móti Slovakia í undanbólki J. Slovakar vunnu dystin 2-1.

 

Juraj Kucka legði Slovakia á odda tá 27 minuttir vóru farnir. Stutt undan steðginum javnaði Alfreð Finnbogason til 1-1. Miðskeiðis í seinna hálvleiki skoraði Tomas Suslov sigursmálið hjá Slovakia.

 

Portugal er á odda í undanbólki J við níggju stigum, Slovakia er nummar tvey við sjey stigum. Luksemborg hevur fýra stig og Bosnia og Ísland hava trý stig hvør. Liktinstein er aftast við ongum stigi.

 

Týskvøldið tekur Ísland móti Portugal á Laugardalsvøllinum. 

 

Mynd: mbl.is