Tað eru tvey línuskip undir Íslandi, annað landar mánadagin og hitt neyvan fyrr enn í aðru viku. Tað skrivar Fiskamarknaður Føroya í metingini fyri næstu við.
Tað línuskipið sum landar mánadagin hevur mest av toski, longu, brosmu og kongafiski. Eitt línuskip er á Íslandsrygginum og landar helst mánadagin. Tað hevur mest av toski og so nakað av blálongu, svartkalva og lira. So eru trý línuskip, sum fiska undir Føroyum, tey fáa mest av longu, brosmu og toski. Møguliga landa øll mánadagin. Restin av línuflotanum liggur inni fyri veður og ringan streym.
– Streymurin er harður og veðrið verður ikki gott, so vit vantað ikki nógv av útróðri. Allir djúpvatnstrolararnir liggja inni, men fara út, tá veðrið batnar, siga tey á Fiskamarknaðinum.
Partrolarar fiska allir upsa og landa gjøgnum vikuna.
Allir trolbátarnir liggja inni, men fara út, tá veðrið batnar.
Eitt garnaskip fiskar svartkalva, men tað er eitt sindur ósikkurt nær tey landa. Helst síðst í vikuni. Tvey onnur garnaskip fiska eisini svartkalva. Tey frysta umborð.










