Harður streymur og lítil útróður

Í løtuni eru 10 størri línuskip til fiskiskap. Tey flestu eru á ytru leið undir Føroyum.

Eitt ísfiskalínuskip er á Íslandsrygginum, eitt er norðan fyri, og trý smærri ísfiskalínuskip eru eystanfyri.

 

- Skipini fáa mest av toski, hýsu og so nakað av longu, brosmu og svartkalva. Øll koma inn at landa í næstu viku.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

 

Um frystilínuskipini verður sagt, at eitt fiskar í íslendskum sjógvi, eitt er á Føroyabanka, og sjey eru á ytru leið undir Føroyum.

 

- Streymurin verður harður, men batnar sum næsta vika gongur. Veðrið verður umskiftandi.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey ikki nógvan útróður í næstu viku.