Harður streymur - men góð veðurlíkindi

- Veðrið verður gott, og tí vænta vit, at nakað verður av útróðrarfiski, hóast streymurin er harður.

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at fleiri ísfiskalínuskip koma inn at landa í morgin,  men seinni í vikuni verður meira deydligt við línufiski.

 

- Skipini, sum landa mánadagin, hava mest av toski, hýsu og so nakað av svartkalva, blálongu, brosmu og longu.

 

Tey línuskip, sum liggja, fara út aftur, tá streymurin batnar.

 

Tvey frystilínuskip eru undir Íslandi og eitt er undir Føroyum. 

 

Fiskamarknaður Føroya veit at siga, at streymurin verður sera harður fyrst í vikuni, men verður brúkiligur, sum vikan gongur.

 

- Veðrið verður gott, og tí vænta vit, at nakað verður av útróðrafiski, hóast streymurin er harður, sigur marknaðurin.