Harðskapur við hús kann steðga

Tey, sum fremja harðskap móti maka, børnum ella øðrum í nærsambondum, kunnu fáa hjálp og amboð til at steðga við harðliga atburðinum.

Tá familjulívið er merkt av harðskapi, kann gerandisdagurin vera trupul. Tað eru familjur, sum ynskja at vera saman, men har harðskapur er ein trupulleiki. Tá er týdningarmikið, at tey kunnu fáa hjálp at steðga harðskapinum.

 

Tað kunnu tey nú, boðar Almannamálaráðið frá í tíðindaskrivi.

 

- Almannamálaráðið hevur skipað eitt viðgerðartilboð til teirra, sum fremja harðskap. Talan er um viðgerð hjá sálarfrøðingi. Viðgerðin, sum er ókeypis, er fyri bæði kvinnur og menn, og fevnir um øll sløg av harðskapi. Endamálið við hesum tilboði er, at tey, sum hava harðligan atburð móti sínum næstu, kunnu fáa hjálp og amboð til at loysa ósemjur uttan at nýta harðskap.

 

Tilboðið verður skipað sambært Heildarætlan um harðskap í parløgum og nærsambondum. Í hesi heildarætlan verður harðskapur allýstur í breiðastu merking, og kann sostatt vera:

 

Likamligur, sálarligur, kynsligur, fíggjarligur og materiellur.

 

Tað er umráðandi, at tey, sum hava harðligan atburð fáa neyðuga hjálp og viðgerð, soleiðis at harðskapurin kann steðga.

 

Tey, sum hava framt harðskap móti onkrum av sínum kæru og sum vilja hava hjálp at broyta hetta, kunnu ringja 52 50 00.