Harðskapur uttanfyri Glitnir

Ein 18-ára gamal drongur varð handtikin í nátt fyri harðligan atburð móti einum durðavøri uttanfyri Glitnir

Tað var ikki bert línubáturin, sum fiskaði í stongdum kassa, sum breyt lógina í nátt. Ein 18-ára gamal drongur varð handtikin klokkan 00:30 í nátt fyri harðligan atburð móti einum durðavøri uttanfyri Glitnir.  

- Vit handtóku ein 18-ára gamlan drong í nátt, sum hevði verið harðligur móti einum durðavøri uttanfyri Glitnir. Hann var fullur, og varð tískil koyrdur til løgreglustøðina í Klaksvík, har hann svav rúsin av sær, sigur vakthavandi.

 

18-ára gamli drongurin skal avhoyrast í næstum.