Ein ungur maður var í Føroya rætti í gjár dømdur 50 daga fongsulsrevsing fyri harðskap móti einum øðrum manni umborð á einum trolara.
Maðurin var ákærdur fyri at hava tikið í kragan á einum skipsfelaga tíðliga ein morgunin í fjør heyst, tá hesin var á veg út úr kahúttuni og síðani hava givið honum nevan á kjaftin. Maðurin var eisini ákærdur fyri hóttanir móti manninum, við tað, at hann, eftir fyrru hendingina, skal hava hótt hin mannin í messuni.
- Hatta gert tú ikki aftur. Eg skal koma eftir tær, tá eg komi í land. Eg skal knúsa teg sundur. Eg havi aldrin brotið eitt lyfti, segði maðurin millum annað.
Maðurin noktaði seg sekan í ákærunum.
Vitni vóru í rættinum og greiddu frá og dómarin hevur í stóran mun fest lít til teirra frágreiðingar. Dómarin legði eisini dent á, at dømdi maðurin hevði rópt og dukað á veggir og hurðar, eftir at hann hevði lagt á hin mannin, og at hann, eftir at hann var kólnaður nakað, helt áfram við at hótta hin mannin. Maðurin legði eisini dent á, at tilburðurin fór fram umborð á einum fiskifari, sum er arbeiðspláss teirra beggja, og at tann álopni tí ikki hevði møguleika at skáka sær undan dømda manninum í eina tíð.
Maðurin skal tí inn at sita í 50 dagar, umframt at hann skal rinda sakarmálskostnaðin.