Sunnudagin mátti løgreglan út í Mykines eftir einum manni, sum gekk og hótti fólk. Nøkur vóru blivin so bangin, at tey vóru rýmd til fjals. Niels Erik Nymark Jensen, chefpolitiinspektørur, var væl nøgdur við, hvussu serdeildin hjá løgregluni handfór uppgávuna.
Bogi Andreasen, býráðsformaður, er troyttur av at hoyra sama sjabbið, um at miðbýurin í Havn er steindeyður. Tað er ikki í tráð við veruleikan, heldur hann, og vísir til øll tey tiltøk, sum skipað verður fyri í miðbýnum. Reinsaríið, sum hann sjálvur rekur, hevði 355 tiltøk fyrsta virkisárið, tað vil siga nærum dagliga, meðan Tjóðpallurin og onnur eisini høvdu mong tiltøk. Tað er rætt, at tað ikki altíð er nógv fólk at síggja í býnum, men tað er tí, at tey eru innandura, ofta orsaka av ringum veðri, sigur Bogi Andreasen.
Dómararnir í Effo-deildini døma eftir eini fyribilsavtalu, sum er galdandi til 3. apríl. Samráðingar hava verið við FSF, men nú er alsamt meiri av kjakinum fari at ganga fyri seg í miðlunum. Í gjár svaraði Petur Reinert, formaður í Føroya Dómarafelag, atfinningunum í Sosialinum frá Fríðin Ziskason, formanni í dómsnevndini hjá FSF, aftur.
Kaj Leo Holm Johannesen ynskir at koma harðskapinum í náttarlívinum til lívs. Ein loysn er at herða revsingina fyri harðskap munandi.
Í gjár vóru tilboðini at gera útbyggingina við leguhúsið í Nesvík latin upp. TN Bygging átti lægsta tilboðið, sum var 4,6 milliónir lægri enn kostnaðarmetingin hjá SNA.
Atgongumerkini til landsdystin móti Portugal eru dýrari enn atgongumerkini til hinar dystirnar. Samanborið við landsdystirnar í fjør, er prísurin á bestu plássunum trýfaldaður.
Djúphavnin í Fuglafirði verður nú 240 metrar til longdar, so nú verður pláss fyri trimum uppsjóvarskipum samstundis.
Sølan av frásorteraðum fiski, sum fyrr varð burturbeindur, gav Fiskaaling eina eykainntøku á 420.000 krónur í fjør.