Harðir bardagar eru framvegis um Sievjerodonetsk

Russar brúka nógva orku í royndini at fáa eftirlit við býnum, Sievjerodonetsk, sum er týdningarmikil hjá russum í royndini at fáa ræðið á øllum Donbas-økinum.

Í fleiri dagar hava harðir bardagar verið millum russiskar og ukrainskar deildir um býin, Sievjerodonetsk. 

 

Guvernørurin, í Luhansk-landslutinum, Serhij Hajdaj, sigur, at umleið 500 fólk hava søkt sær skjól í einari kemikaliu-verksmiðju í býnum, nevnd Azot.

 

Sambært Reuters eru 40 av hesum børn. 

 

Í dag veit tíðindastovan AFP at siga, at ukrainskar deildir eru trýstar aftur úr miðbýnum í Sievjerodonetsk. 

 

Russar brúka nógva orku í royndini at fáa eftirlit við býnum, sum er týdningarmikil hjá russum í royndini at fáa ræðið á øllum Donbas-økinum.

 

Luhansk-guvernørurin sigur eisini, at russisku deildirnar hava oyðilagt tvær av trimum brúgvum, sum ganga um ánna, Donets.

 

Tað eru hesar brýr, sum binda saman Sievjerodonetsk við grannabýin, Lysytsjansk. 

 

Reuters veit at siga, at um seinasta brúgvin verður oyðiløgd, fer ikki at bera til at flyta sivilfólk úr økinum í bilum.

 

Bretska verjumálaráðið sigur í sínari seinastu dagføring, at atkomiligheitin um ánna kann gerast avgerandi fyri krígsførsluna næstu mánaðirnar.

 

- Skal tað eydnast russum at fáa eftirlit við øllum Donbas-økinum, verður neyðugt hjá teimum at sleppa um ánna, verður lagt aftrat.