Harðari kapping ímillum Føroya Tele og Vodafone

Nú er nógv lættari at skifta ímillum Føroya Tele og Vodafone

 

Í fjør samtykti løgtingið eina lóg, sum sigur, at tað skal bera til hjá fólki at skifta ímillum Vodafone og Føroya, uttan at noyðast at broyta telefonnummar.

 

Og Vinnumálaráðið sigur, at í dag verður tann skipanin sett í verk. Sosotatt ber tað nú til at varðveita sítt egna telefonnummar, hóast skift verður frá einum televeitara, til hin.

 

Endamálið við hesum er at skapa betri fortreytir fyri eini kapping ímillum teir báðar televeitararnar í Føroyum, og í tí sambandi verður nú lættari hjá fólki at skifta veitara.

 

- Við tað at forðingarnar fyri at skifta veitara, nú eru burtur, eru útlit fyri eini harðari kapping, og tað eigur at koma øllum viðskiftafólki til gagns, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í fjarskiftismálum.