Harðar spreingingar í Mykolaiv í kvøld

Mykolaiv er ukrainskur havnabýur har suðuri í landinum, kendur sum miðstøð fyri skipabygging við Svartahavið.

 

Í kvøld verður sagt frá hørðum spreingingum í ukrainska havnabýnum, Mykolaiv.

 

Ein, sum umrøður tað, sum hendir í Mykolaiv í kvøld, er tíðindakvinnan, Iuliia Mendel.

 

Hon hevur áður verið talskvinna fyri ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj.

 

Iuliia Mende skrivar á Tvitter, at fyribils er frætt um, at ein persónur hevur fingið, og hon sigur, at hon fylgir gongdini í býnum.

 

Sambært Wikipedia er Mykolaiv ukrainskur havnabýur har suðuri í landinum, kendur sum miðstøð fyri skipabygging við Svartahavið.

 

Íbúgvaratalið í Mykolaiv liggur um eina hálva miljón.

 

Í kvøld váttar eisini lokali guvernørurin í Mykolaiv-økinum, Vitaly Kim, at ein persónur er særdur í spreingingum, sum hava rakt býin í kvøld.

 

Sambært Sky News sigur guvernørurin, at talan er um ein vaktarfólk, sum hevur fingið løstir.

 

Tíðindini um spreingingar í Mykolaiv í kvøld eru ikki váttað av óheftum keldum, verður lagt aftrat. 

 

##med2##

 

 

 

 

 

Tíðindakvinnan, Iuliia Mendel, skrivar soleiðis á Tvitter í kvøld.