Harðar hvirlur um vikuskiftið

Rættiliga køld luft streymar inn yvir Føroyar av vestri og útnyrðingi. Út á dagin og mikunáttina fer eitt brúgvalag fram við Føroyum av útsynningi við regni og vindi. Seinni streymar kaldari luft aftur inn yvir Føroyar av vestri við ælaveðri. Hósdagin koma væntandi fleirir brúgvaløg við regni og síðani ælaveðri framvið frá útsynningi og vestri.

 

Týsdagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi, sum um náttina makar niður í fleyr av ymsum ættum. Samdirigð og vátaslettings- ella kavaæl. Hitin millum trý kuldastig og eitt hitastig, í støðum enn kaldari. Týsdagin verður lot til andøvsgul av ymsum ættum, sum snarar í ein eystan og landsynning og øtlar út á dagin upp í hvassan vind. Yvirhøvur turt og fyrst sólglottar, men sum frá líður skýggjað og seinni regn av útsynningi. Hitin millum 2 og 6 stig. Um náttina snarar hann vindin í ein útsynning og makar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Tað verður samdrigið og regn og hitin um 8 stig.

 

Mikudagin øtlar hann vindin upp í strúk í vindi upp í skrið av vestri, 13 til 18 m/s. Regn, men sum frá líður klárar í, tó okkurt ælið. Hitin millum 4 og 7 stig. Um náttina makar hann vindin niður í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s. Samdrigið og ælaveður, møguliga við vátaslettingi og heglingi. Hitin millum frostmarkið og trý stig.

 

Hósdagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, sum makar niður í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Ælaveður, men onkrir sólglottar. Út á náttina fer at regna aftur og hitin verður millum 3 og 7 stig.

 

Fríggjadagin snarar hann í ein sunnan og ætlar upp í strúk í vindi til skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s, í hvirlunum upp í hvassan storm, um 25 m/s. Um kvøldið snarar hann vindin í ein útsynningi og minkar eitt bil. Ælaveður, men eisini sól, men sum frá líður skýggjað og seinnapartin regn av útsynningi. Um náttina klárar í, tó okkurt æli. Hitin alt døgnið verður millum 3 og 7 stig.

 

Leygardagin verður strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s, í hvirlunum upp í hvassan storm, um 25 m/s, sum snarar í ein vestan. Skýggjað og regn ella ælaveður og hitin alt døgnið millum 3 og 6 stig.

 

Sunnudagin verður strúkur í vindi upp í skrið av vestri, 13 til 18 m/s, í hvirlunum upp í hvassan storm, um 25 m/s, sum um náttina makar niður í gul til stívt andøvsgul. Skýggjað og framvegið ælaveður og hitin millum 3 og 6 stig, um náttina enn kaldari.