Harda ráðgevur 1600 kvinnum á Facebook

- Eg trúði ongantíð, at síðan fór at gerast so stór, sigur toftakvinnan Harda Hansen

- Eg trúði ongantíð, at síðan fór at gerast so stór, sigur toftakvinnan Harda Hansen. 

 

Talan er um síðuna ´Harda´s makeup tips and tricks´, sum Harda Hansen legði lunnar undir fyri einum ári síðani. Tá Harda Hansen trýsti á ´stovna ein bólk-knøttin´ á Facebook, hevði hon ongar væntanir um, at síðan fór at at savna 1600 føroyskar kvinnur á einum staði eftir bert einum ári.

 

- Eg hevði einki serligt endamál við síðuni. Eg helt bara, at tað hevði verið stuttligt at stovnað eina síðu fyri føroyskar kvinnur, har mann kann samskifta um sminku, hár og onnur kvinnuting. Tað manglaði, sigur Harda Hansen.

 

Kvinnukjak um sminku, penslar og húðrøkt

Harda Hansen flutti fyri til Keypmannahavnar fyri seks árum síðani, til tess at lesa til kosmetolog. Í tí sambandi hevur hon arbeitt eitt tíðarskifti í Magasin á Kongens Nytorv, sum hýsir øllum teimum stóru nøvnunum innan sminku og húðrøkt. Tað er eisini haðani, hon fekk íblásturin at stovna ein bólk, har føroyskar kvinnur kunnu kjakast um kvinnuting.

 

- Eg fekk íblásturin frá mínum starvsfeløgum í Magasin á Kongens Nytorv, men eisini á Youtube og øðrum donskum bloggarum, sum geva góð vakurleikapreið á alnótini. Men eg hugsaði, at har manglaði ein føroysk síða, har føroyskar kvinnur lættliga kundu samskiftast um sminku, penslar, húðrøkt og annað, sigur Harda Hansen. Hon heldur, at orsøkin til stóra áhugan er, at øll kunnu luttaka í orðaskiftinum í mun til ein blogg, har samskiftið er einvegis.

 

- Stóri áhugin er grundaður á tað virksemið, sum fer fram á síðuni hvønn dag. Hon liggur ikki still. Hevur tú ein spurning, so er onkur klárur við einum svarði beinan vegin, sigur Harda Hansen.

 

Hvat nú?

1600 limir fyri ein føroyskan bólk á Facebook er heilt nógv. Millum annað kann nevnast, at ein virkin bólkur sum ´Hondbóltskjak´ hevur 1776 limir á Facebook. Hóast síðan hevur eydnast sera væl, hevur Harda ikki lagt ætlanir um, hvørt hon fer at koyra konseptið eitt fet víðari. Hon er tó vís í, at ætlanin skal leggjast í samráð við teir umleið 1600 limirnar.

 

- Limirnir siga tað, teir vilja hava. Mann kann siga, at síðan mennir seg sjálva á tann hátt, sigur Harda Hansen at enda.