- Í dag, friggjadagin 2. november, hevur verið fyrsti harudagur. Veðrið hevur verið hampiligt, og tí eru tað helst fleiri, sum hava verið og skotið.
Soleiðis skrivar Eyðfinn Magnussen, sum í nøkur ár hevur skrásett haruveiði, á Facebook-síðuni - Haruskjóting í Føroyum.
Í sama viðfangi boðar hann frá, at tað enn ikki er møguligt at skráseta harutúrar fyri í ár, tí trupulleikar eru við heimasíðuni - haran.fo.
Hann vísir á, at arbeitt verður við málinum, soleiðis at ein “2018 síða” kemur at liggja fremst, og at úrslitini fyri 2017 verða løgd undir “Eldri skrásetingar”.
Eyðfinn Magnussen sigur seg vóna, at heimasíðan skjótt fæst at virka aftur, so menn aftur kunnu byrja at skráseta sínar harutúrar.
Á Facebook-síðuni - Haruskjóting í Føroyum - liggja onkrar myndir og tøl yvir haruveiði í dag, nú fyrsti harudagur í ár er lagdur afturum.
Loyvt er at skjóta haru fram til endan av hesum árinum.









