Haraldur klárur til ólavsøkurøðu

Útisetin Haraldur lovar at geva føroyingum blíð, men avgjørd orð í talu sínari til tjóðina í kvøld kl. 23.00. Rás2 hitar í kvøld upp til stóru løtuna Í kvøld skal útisetin Haraldur, sum fólk kenna frá sjónvarpsrøðini E Elski Førjar, halda røðu fyri føroyingum. Røðan verður hildin úr Rás2 studionum í Vágsbotni útyvir Nólsoyar Páls torgið, og røðan verður eisini senda beinleiðis á Rás2.

Haraldur hevur í nógv ár verið útiseti í Keypmannhavn, men nú fær hann møguleika at halda talu til sítt egna fólk.

- Eg havi hildið mangar hundrað røður inni hjá mær sjálvum fyri mær sjálvum fyri at yvirliva sum føroyingur í Keypmannahavn, men hetta verður fyrstu ferð at eg haldi røðu fyri nøkrum øðrum, sigur hann.

- Tað er einki, sum er mær so álvarsamt, sum at tala til føroysku tjóðina, so tað verður ikki nakað fjant og fjas og nøkur kíning av nøkrum. Tað verður ein áminning í kærleika, og eg eri eyðmjúkur um at fáa hendan velduga møguleika, sigur Haraldur.

Røðan hjá Haraldi verður hildin í kvøld kl. 23.00. Frá kl. 22.30 hita Eyðun & Terji upp við livandi tónleiki. Tey, sum ikki hava møguleikan at verða í Vágsbotni og hoyra røðuna har, kunnu lurta eftir Rás2.