Haraldur Højgaard: - Næstu ferð verður tað

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Varaliðskiparin á U21 landsliðnum heldur, at tað restaði lítið í at fáa stig ímóti Aserbadjan

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við varaliðskiparan hjá føroyska U21-landsliðnum, Harald R. Højgaard á Rás2, aftaná 0-1 tapið hjá føroyska U21-landsliðnum á Svangaskarði á Toftum ímóti Aserbadjan. Haraldur gjørdist liðskipari, tá Andrias Eriksen fekk seinna gula kortið, og mátti av vølli.

 

Haraldur iðrar seg um tapið, men er vísur í, at U21-landsliðið fer at fáa stig. Hann heldur, at føroyska liðið veruliga hevði nakrar málmøguleikar, sum áttu at givið mál í kvøld.