Haraldur Hammer nýggjur formaður í SEV stýrinum

Nývalda nevndin í SEV, sum varð vald á eykaaðalfundi í morgun, skipaði seg á fundi seinnapartin.

 

Á eykaaðalfundi í morgun varð nevndin í SEV vald. Nýggja nevndin hevur eftirfylgjandi skipað seg við Haraldur S. Hammer sum formann, og Sylviu Thomsen sum næstforkvinnu.

 

Nevndin hevur skipað seg við Haraldi Símunarson Hammer sum formanni. Hann er býraðslimur í Sunda kommunu. Sylvia Thomsen úr Klaksvíkar kommunu er næstforkvinna.

 

Tað var uppskot á eykaaðalfundinum hjá SEV í morgun um at broyta bygnaðin soleiðis, at bara borgarstjórar úr størstu kommununum – og býráðslimur úr Tórshavnar býráð, skuldu veljast í nevndina saman við trimum serfrøðingum. Men tað uppskotið vann ikki frama á eykaaðalfundinum, har tað skuldu tveir triðingar av atkvøðunum krevjast til viðtøkubroytingar.

 

Hesi vórðu vald í nevndina hjá SEV á eykaaðalfundinum í morgun:

 

  • Haraldur Hammer, Sunda kommuna
  • Hans Kári Hansen, Sørvágs kommuna
  • Heðin Mortensen, Tórshavnar kommuna
  • Tórbjørn Jacobsen, Runavíkar kommuna
  • Sylvia Thomsen, Klaksvíkar kommuna
  • Winnie Kjærbo, Skopunar kommuna
  • Arni Teindal, Fámjins kommuna