Ann-Charlotte Marteus gevur Sverigedemokratarna av grovfílini. Men Føroyar fáa eisini nøkur høgg á vegnum Ann-Charlotte Marteus, sum skrivar oddagreinina í Expressen, sum er millum størstu bløð í Svøríki, leggur hart út við at spyrja: -
Eru Sverigedemokratarna býttari, enn vit upprunaliga hildu? Ella mangla teir humor?
Marteus skrivar rættiliga speiskt um, hvussu Sverigedemokratarna vóru hjástaddir til tjóðarhátíðina í Føroyum. Hon skrivar, at fólkið í Føroyum eru í ætt við víkingar, tey práta fornnorðurlendskt, og ikki síðani fólk bóru víkingahjálm, hevur ein stór fólkaflyting verið í tí lítla landinum í Norðuratlantshavinum.
Sverigedemokratarna fáa av grovfílini fyri at fella fyri Haraldi, sum helt ólavsøkurøðu. Men føroyingar fáa eisini fleiri høgg. Marteus leggur eftir inngiftunum í Føroyum, og øllum teimum arvaligu sjúkunum, sum eru her á landi.
Tey sum vilja harmast ella fegnast um alt tað, sum Ann Charlotte Marteus skrivar um Sverigedemokratarna, Føroyar og Harald, kunnu logga seg inn á www.expressen.se/ledare/1.1561113/ann-charlotte-marteus-sd-vilket-skamt










