Haraldur ætlaði sær við flutningsskipi hjá Mærsk

Haraldur Húsamørk úr Leirvík er í starvsvenjing umborð á Brimli.

 

– Umborð á Brimli hjálpa vit manningini við ymsum gerandistingum. Ein dagin kunna vit hjálpa kokkinum, og ein annan dagin kunna vit hjálpa skiparanum, tað verður gjørt alt eftir tørvi, sigur Haraldur Húsamørk.

 

Honum dámar væl, hann heldur, at tað at vera á sjónum er stuttligt og avbjóðandi.

 

Men hví valdi hann júst hetta arbeiðsplássið?

 

– Eg valdi hetta, tí eg havi verið til skips nakrar ferðir, og mær dámar væl lívið á sjónum. Eg valdi Brimil, tí at eg helt, at eitt verjuskip ljóðaði áhugavert.

 

Ynskti tú eisini okkurt annað arbeiðsláss?

 

– Ja, eg vildi gjarna sleppa við einum flutningsskipi hjá Mærsk, men Brimil svaraði áðrenn; so eg tók bara av hjá teimum, sigur Haraldur Húsamørk.