Haraldssundsmaður fest á Selatrað

Jákup Jacobsen ur Haraldssundi hevur yvirtikið festini hjá Rasmusi Skorheim á Selatrað

Ein treyt fyri at kunna festa er, at festarin býr í somu oyggj, har festið er.
Tá ið Jákup Jacobsen ur Haraldssundi vildi festa á Selatrað, varð hann noyddur at flyta, og hann býr nú á Strondum. Tað vóru upprunaliga tvey festi, men tey eru løgd saman.
Hetta hendi í summar.
Festi verða ikki longur lýst leys at søkja. Fráfarandi festarin avger sjálvur, hvønn hann vil hava at taka yvir.
Leikluturin hjá Búnaaðrstovuni er nú bara at tryggja, at nýggi festarin hevur førleika, at hann býr á somu oyggj, har jørðin er, og Búnaðarstovan syrgir fyri at fáa skiftið tinglisið.